Á almennum fundi tann 1. juni 2023 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022 einmælt samtyktur.
Vestmanna Kommuna brúkti væl minni, enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2022. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 6,1 og 1,8 mió.kr. minni enn ætlað, og er kommunan sostatt 7,9 mió.kr. niðan fyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur.
Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar skuldu verða 68,7 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 71,7 mió. kr., og er hetta ein øking uppá 3 mió.kr.
Størstu íløgurnar vóru gjørdar í Fjallsveg og Niðara Veg.
Úrslitið fyri 2022 er sostatt 10,9 mió.kr.
Nettoskuldin er 11,4 mió. kr. í mun til 22,3 mió. kr. í 2021.
Vestmanna kommuna er væl fyri fíggjarliga, og er tað alneyðugt, nú stórar íløgur standa fyri framman í samband við høvuðsumvæling av Vestmanna skúla.
Ársroknskapin 2022 kanst tú lesa her.