Á almennum fundi tann 29. mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023 einmælt samtyktur.
Vestmanna kommuna brúkti minni enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2023. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 5,1 og 3,7 mió.kr. lægri enn ætlað.
Størstu íløgurnar vóru gjørdar í vegagerð og í bátahylin. Høvuðsorsøkin til, at kommunan brúkti minni enn ætlað, var, at eingin arbeiðstakari var til útbygging av Kirkjugarðinum og breiðkan av Niðara Vegi í 2023.
Vestmanna kommuna leggur eitt stórt arbeiði í at hava ein skynsaman rakstur, og hetta sæst aftur í roknskapinum.
Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 8,9 mió.kr. niðanfyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur.
Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar skuldu verða 70,7 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 74,2 mió. kr., og er hetta ein øking uppá 3,5 mió.kr.
Úrslitið fyri 2023 er sostatt 12,3 mió.kr., og hevði Vestmanna kommuna onga skuld við ársenda 2023.
Til samanbering varð nettoskuldin 11,4 mió. kr. í 2022 og 22,3 mió. kr. í 2021.
Vestmanna kommuna er væl fyri fíggjarliga, og er tað alneyðugt, nú stórar íløgur standa fyri framman í samband við høvuðsumvæling av Vestmanna skúla, og stórar íløgur skulu gerast afturat fyri at koma á mál við spillivatnsætlanini.
Ársroknskapin 2023 kanst tú lesa her.