Á almennum fundi tann 18. juni 2025 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna kommunu fyri 2024 einmælt samtyktur.
Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar fóru at verða 72,1 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 81,4 mió. kr. – tvs. at inntøkan varð 9,3 mió. kr. hægri enn væntað. Hetta svarar til ein vøkstur á 7,1 mió. kr. í mun til 2023.
Samstundis brúkti kommunan minni enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2024. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 5,5 og 3,2 mió.kr. lægri enn ætlað, sum viðførir, at kommunan varð 8,7 mió. niðanfyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur. Høvuðsorsøkin til hetta er, at trupult var at fáa arbeiðstakarar til ætlaðar løgur og viðlíkahaldsarbeiði. Hesi arbeiði eru nú framd í 2025.
Úrslitið fyri 2024 varð sostatt eitt RLÚ yvirskot á 10,7 mió.kr.
Vestmanna kommuna er væl fyri fíggjarliga og hevur onga skuld. Hetta er neyðugt nú projekteringin av høvuðsumvælingini av skúlanum er byrjað, og sjálvt arbeiðið eftir ætlan skal byrja í 2026.
Størstu íløgurnar í 2025 eru víðkan av kirkjugarði og útbygging og umvæling av ítróttahøll. Hesi arbeiði eru í gongd og væntast at verða liðug tíðliga í heyst.
Ársroknskapin 2024 kanst tú lesa her.