Fyribils er eingin lækni í viðtaluni í Vestmanna. Hava tit læknaørindi kunnu tit ringja til viðtaluna í Kollafirði á nummar 302420.
Ein avloysari er aftur í viðtaluni í Vestmanna frá viku 17-19 t.e. frá 20. apríl til 10. mai.
Avloysarin er úr Danmark og eitur Johannes Korsgaard Jespersen.
Enn er óvist hvat hendir í døgunum eftir 10. mai, men 22. juni kemur ein nýggjur lækni at loysa av í viðtaluni. Viðkomandi loysir av í seks vikur í summar.
Kunning um læknaviðtaluna kemur leypandi, so hvørt sum vit vita meira.







