Týskvøldið 25. februar kl. 19 kemur Sára Mrdalo at hava bindiskeið á bókasavninum.
Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% frá Navia handlunum.
Ein kaffimuður verður eisini at fáa.
At hava við :
- ermastokkar nr. 4 áleið
- hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir.
- saks
- eitthvørt at skriva við
Vit gleða okkum at síggja nógv bindifólk – hjartaliga vælkomin.