Á hvørjum ári prýða logandi blikk bygdina, tá ið vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.
Nógv blikk skulu til, fyri at kunna lýsa allar vegir upp, og á hvørjum ári eru bygdafólk so beinasom at goyma blikkini gjøgnum árið til gamlaárskvøld ella lata tey inn á Skilagátt so hvørt.
Fruktblikk er tó ikki ein vøra, sum fólk keypa í eins stóran mun í dag sum fyrr, og hetta sæst aftur á mongdini á blikkum, sum verða latin til nýggjárshaldið.
Kommunan vil tí heita á øll, sum eiga blikk inni, at lata tey inn á Skilagátt ella til røsku blikkamenninar, tá teir fara runt millum jól og nýggjár.
Nógv av blikkunum frá í fjør, sum vóru í góðum standi, verða endurnýtt í ár. Framyvir verða tey blikk endurnýtt, har tað ber til, fyri at minka um rusk og fyri at blikkini verða fleiri í tali.







