Fýra verkstovur í mai og juni fyri 14 – 100 ára gomul.
18. mai kl. 15 – 17. Fýra pláss
25. mai kl 15 – 17. Fýra pláss
1. juni kl. 15 – 17. Fýra pláss
3.juni kl. 15 – 17. Fýra pláss
Verkstovurnar er ætlaðar byrjarum.
Á verkstovunum arbeiða vit við at prenta blómur og vøkstur, sum tú sjálv/sjálvur hevur við á verkstovuna.
Turka vøksturin millum avísir dagin fyri tú kemur, so er tað klárt og passaligt at prenta.
Tú kanst taka ymiskt annað við. Alt, ið hevur struktur, tað má bara ikki vera ov tjúkt og ikki hvast og spíkst, so tað skaðar gel pláturnar, ið vit prenta á.
- Tunnar blondir
- Túll
- Net av leyki, eplum, appelsinum, øðrum
- Blómur og grøs, sum tú hevur turkað í eitt døgn
- Okkurt, sum tú heldur egnar seg
Kostnaður fyri verkstovuna er 50 kr.
Melda til á teldupostadressu: hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com ella send eitt sms til 724044.
Vestmanna Bókasavn