Tabletop Føroyar fer í næstum at skipa fyri borðspælshugna í Vestmanna, í tíðarskeiðnum 31. mai – 6. september.
Hvørja líkaviku verður ókeypis borðspælstiltak, har til ber at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Um klassisk borðspøl ikki hava tín áhuga, so eru eisini onnur borðleikaspøl at finna, sum t.d. Magic the Gathering ella Warhammer 40k.
Øll eru vælkomin – børn og eldri, roynd og óroynd.
Borðspælshugnin verður annan hvønn mikudag (líkaviku), frá kl. 18:00 – 22:00
Vit síggjast á Silkienni!