Borgarafundur í Vestmanna 2. juni kl. 20:00 í miðnámsskúlanum
Umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða
Umskipan av gamla kirkjugarði
Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin fyri gravplássum at verða nøktaður eini 20-25 ár fram í tíðina.
Ein slík verkætlan krevur varsemi og atlit, tí her eru okkara farnu løgd til hvíldar. Vit hava tí heitt á arkitektafyritøkuna EYA um at gera eitt uppskot um, hvussu kirkjugarðurin kundi verið skipaður av nýggjum.
Á fundinum fer Eyðun Eliasen, arkitektur, at hava framløgu um uppskotið, ið tey hava ment í felag við Vestmanna bygdaráð.
Til tess at vita, um undirtøka er fyri uppskotinum, skipar kommunan fyri borgarafundi í miðnámsskúlanum 2. juni kl. 20:00
Flyting av minnisvarða
Kirkjuráðið í Vestmanna hevur sent fyrispurning til Vestmanna Kommunu um møguleikan at flyta minnisvarðan oman til kirkjuna. Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at hava borgarafund um fyrispurningin. Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í 2020, men so kom korona. Borgarafundurin um flyting av minnisvarða verður eisini 2 juni 2022.
Vestmanna Kommuna