Frá fríggjakvøld 24 mai kl. 20:00 til sunnumorgun 26. mai kl. 8:00 verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu.
Bátastevnan nærkast við sjey míla ferð, og síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum.
Nú halda vit aftur Bátastevnu, og er hon eitt av hæddarpunktinum bæði fyri vestmenningar og onnur kring landið – fleiri koma siglandi, onnur við húsvognum, summi til gongu, onkur á rossabaki, meðan ein ørgrynna vanliga koma við bili.
Hetta plagar at merkjast aftur í øktu ferðsluni, og heitir Vestmanna kommunan tí á bæði bygdafólkið og gestirnar um at vísa varsemi, soleiðis at ferðslan kann ganga á besta hátt og ikki órógvar trygdina.
Vestmanna kommuna ynskir øllum vestmenningum og gestum eina framúr góða Bátastevnu