Koronaráðgevingin metir, at smittubreiðslan er av slíkum slag í løtuni, at tað er ráðiligt at opna skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar aftur í samsvar við tær vegleiðingar, sum vóru sendur út í mai. Samsvarandi hesum byrjar virksemið hjá Vestmanna Kommunu tí aftur frá mánadegnum 17. august 2020.
Dagstovnaøkið
Dagstovnaøkið (Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan) lata uppaftur frá mánadegnum 17. august 2020. Virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at reinføri er í hásæti, stovurnar hava so lítið samband við hvørja aðra sum gjørligt. Starvsfólk skifta í minst møguligan mun millum stovur.
Foreldur/avvarðandi fáa seinni í dag teldupost í sambandi við upplatingina.
Kommunuskrivstovan
Opið er gerandisdagar kl. 9.00 – 15.00. Telefonin svarar á 770 100, og telduposturin vestmanna@vestmanna.fo verður lisin regluliga.
Heitt verður á viðskiftafólk um at vísa varsemi, tá ið tey koma innum.
Havnarskrivstovan
Opið er gerandisdagar kl. 9.00 – 15.00. Telefonin svarar á 770 120, og telduposturin vh@vestmanna.fo verður lisin regluliga.
Heitt verður á viðskiftafólk um at vísa varsemi, tá ið tey koma innum.
Ungdómshúsið Staðið
Lýst verður seinni, nær Staðið letur uppaftur.
Undirhúsið
Virksemið kann byrja aftur frá mánadegnum 17. august 2020.
Skilagátt
Skilagátt er opið sum vant: mán. – frí. kl. 16.00 – 18.00 og ley. kl. 14.00 – 17.00.
Heitt verður á viðskiftafólk um at vera varin og gera skjótt av, tá ið tey eru við burturkasti.
Broytist smittustøðan komandi tíðina, so kunnu tilmælini frá koronaráðgevingini broytast samsvarandi.
Vestmanna Kommuna
13. august 2020