Skráin er dagførd tann 4. mai 2022 kl 12:00.
Broytingin er at gongutúrarnir sunnudag 8. mai og 22. mai býta um dagfesting.
SUNNUDAGUR 08. mai
20.00- Gongutúrur niðan á Loysingarfjall. Møtið við vindmyllurnar. Hetta er ein lættur túrur, men síðsta strekkið niðaná, kann vera tungt fyri summi. Túrurin er áleið hálvanannan tíma. Ingi Olsen er ferðaleiðari.
SUNNUDAGUR 22. mai
15.00 Gongutúrur eftir Gøtuhjalla til Tjørnarøkur gingið verður fram við vakhús. Møtið úti á Berg. Hetta er ein lættur túrur, eisini hjá børnum. Túrurin er áleið hálvanannan tíma. Niels Pedersen er ferðaleiðari.