Trupulleikar hava seinastu tíðina verið við góðskuni á vatninum, og hóast kloring og onnur átøk hevur ikki eydnast at reinsa vatnið fyri bakteriur.
Fyrr í vikuni vísti tað seg, at UV-rørini vóru viknað og onkur enntá brostin. Hesi skuldu ætlandi skiftast innanfyri teir næstu 14 dagarnar, men hetta varð nú framskundað. Tá hesi vóru skift mikudagin og vatnroynd eftirfylgjandi tikin hósdagin, vísti úrslitið av royndini, at nú vóru ongar bakteriur í.