Eitt franskt rannsóknarskip kom inn á Vestmanna í nátt.
Skipið, sum eitur Tara Polar Station, er ein flótandi granskingarstøð. Tað var liðugt bygt á vári í fjør. Tað hevur eitt serligt snið, fyri at standa ímóti trýsti frá ísi og fyri at kunna ferðast á ísi.
Endamálið hjá Tara Polar Station er at granska og skilja veðurlagsbroytingarnar í Arktis og í Norðurhøvum.
Umborð eru granskingarstovur, kømur, uppihaldsrúm og ein vælverustova til manningina, sum telir 12 fólk.
Tað er ein umfatandi granskingarverkætlan, sum Tara Polar Station fer undir. Higartil hevur skipið bara verið á royndartúrum, men nú verður farið undir ætlaðu verkætlanina. Kanningarferðirnar vera í 18 mánaðir í senn og 10 slíkir túrar skulu gerast komandi 20 árini.
Tara Polar Station fer av Vestmanna í morgin.








