Tá ið starvsfólk møttu til arbeiðis í Gjáarlon í morgun, vísti tað seg, at eingin hiti var í bygninginum. Av tí, at tað er so bítandi kalt inni og líkt er til, at tað ikki verður fyrr enn út á dagin, at hitaskipanina koyrir aftur, hevur Gjáarlon tíverri stongt í dag.
Kommunan og leiðslan á dagstovnaøkinum harmast um støðuna og vónar at opið er aftur sum vanligt í morgin.
Um tørvur er á neyðansing, kunnu tit venda tykkum til Morten Hust Petersen á 770 130.