(Endurlýsing) Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til serstaka stovnsøkið at arbeiða 35-40 tímar um vikuna i føstum starvi at byrja 1. mars 2023, ella skjótast gjørligt aftaná.
- Á dagstovnaøkinum i Vestmanna hava vit heimsins bestu starvsfelagar, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja.
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi varaleiðari.
- Hevur tú hug at verða partur av leiðsluni, har áhugi, nærvera, rørslugleði og ein virkin gerandisdagur yrkisførleiki hevur høga raðfesting?
- Vilt tú vera við til at seta kós og skapa eina mentan, har tað framhaldandi er brúk fyri at menna áhugavert spæli- og læringsumhvørvi?
Sum varaleiðari hevur tú 5-10 fastar tímar um vikuna til fyrisitingarligt arbeiði; restina av tíðini ert tú partur av starvsfólkahópinum í arbeiðinum við okkara virðismiklu børnum.
Varaleiðarin traðkar til í leiðarans stað, tá leiðarin er burturstaddur.
Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 37 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, sum hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt økið og í næstum eisini bál-smáttu – eisini eru vit nógv úti í náttúruni.
Gjáarlon liggur í náttúruvøkrum umhvørvi ovarlaga í bygdini, har stutt er til haga, fjøru og viðarlund. Her hava 84 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru fimm stovur, í løtuni eru tað tvær vøggustovur (Fossurin og Hylurin) og tríggjar barnagarðsstovur (Veitin, Áin og Keldan).
Beint omanfyri liggur Látipípan, har tey elstu barnsgarðsbørnini hava sína dagligu gongd. Í Látipípuni eru tey nógv úti og gera eisini túrar út av húsinum. Tey elstu børnini eru partur í lagaliga skiftinum, og flyta síðst í apríl oman í frítíðarstovuna, so at tey kenna starvsfólk og umhvørvið, áðrenn tey fara í skúla
Frítíðarstovan húsast í egnum hølum undir heilsumiðstøðini og er granni hjá Viðarlundini, hevur atgongd til spælipláss, sparkivøll, fimleikasal og svimjihyl. Í frítíðarstovuni ganga 51 børn úr fyrsta, øðrum og triðja flokki.
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavnan. Vit leggja dent á gott foreldra-samstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðuga sálarliga og kropsliga avbjóðing.
Fyri okkum er tað altavgerandi, at børnini kenna seg trygg og sum tey týdningarmestu í verðini.
Í mars 2022 fóru vit i holt við at gerast eitt góðkent ítróttardagstovnaøki sambært DIF (Danmarks Idrætsforbund) og VIA University College í Århus. Ein góðkenning har faklig menning innan ítróttarnámsfrøði er í miðdeplinum, og høvuðstættirnir eru ítróttur, spæl og rørsla. Væntandi koma vit á mál í mars 2023
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6.45 og 17.15.
Vit vænta:
- At tú eins og vit ert álítandi, ágrýtin, kreativ/ur, fyrikomandi og kanst arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
- Tú hevur ein hollan fakligan kunnleika, sum tú nýtir saman við børnunum og starvsfeløgunum.
- Hevur áhuga fyri leiðslu.
- Ert trúgv/ur samstarvspartnari við leiðaran.
- Ert útbúgvin námsfrøðingur.
- Ert sjálvstøðug/ur, hevur gott yvirlit og kanst taka avgerðir.
- Ert íverksetandi og hevur hug og evni at vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi.
- Hevur góðar telduførleikar.
- Ert smidlig/ur í mun til arbeiðsuppgávur og møguligar broytingar í starvinum.
- Kanst taka tær av umsitingarligum uppgávum eftir avtalu við leiðaran.
- Leggur dent á arbeiðið við sosialum førleikum og sambondum.
- Dámar at arbeiða við børnum og dámar tað góða spælið og rørslu.
- Gongur á odda og ert ein fyrimynd fyri starvsfelagar og børnini í arbeiðnum við pedagogiskum ítrótti.
- Kanst fyrireika, fara undir og eftirmeta verkætlanir/aktivitetir við børnunum.
- Tú sært møguleikar, ert nýhugsandi og hevur ein jaligan hugburð.
Ítøkiligar fyrisitingarligar uppgávur:
- Umsita arbeiðstímarnar hjá starvsfólkunum umvegis Nema tíð, tó uttan at leggja arbeiðsætlan.
- Umsita Intra skipanina og standa fyri upplæring av starvsfólki.
Tað er ein fyrimunur, at tú:
- Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
- Dámar at arbeiða uttandura og í náttúruni
- Hevur royndir við pedagogiskum ítrótti
- BSC útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn:
Umsókn, saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum, verður at senda til starv@vestmanna.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 22. februar kl. 12:00.