Allir 1. – 3. floksnæmingar úr Vestmanna,- Eiðis,- Kvívíkar,- og Sunda kommunu eru bodnir til Margáir í Streymnesi til ein 112-dag.
Tað er SSP-samstarvið í VEKS økinum, ið skipar fyri.
Børnini fara at læra um neyðugu hjálpina, ið er tøk, týdningin av henni og hvussu ein ger í ymsum støðum. Eisini verður skíggjanýtsla á skránni. Mest av øllum verður tað ein góður dagar á tremur við vitan, undirhaldi og stuttleika, har børnini eisini fáa møguleika at hitta onnur børn úr grannabygdunum.
112-dagurin verður mikudagin 20. mai frá klokkan 10.00 til 13.00.
Bussar koyra frá øllum skúlunum til Margáir, og frá Margáum aftur til skúlarnar.







