Allan mai mánað skuldu vit hugna okkum saman við rørslutiltøkum av alskins slag. Eisini vóru hugnalig tónleikatiltøk á skránni. Men so tók ólukku Korona aftur dik á seg, so vit máttu avlýsa tiltøkini restina av mánaðinum.
Tíbetur fær Korona ikki steðga øllum, tí vit eiga jú kreativ fólk og harafturat eisini Staðið FM. So vit herja á aftur saman hvør sær…
Leygarkvøldið 29. mai 2021 kl. 21.00 skipar Staðið FM fyri felagssangi í útvarpinum á 101.0 og á Vestmenningi á Facebook. Tað vera teir báðir Magni Christiansen og Pauli Magnussen, sum syngja fyri, og sanghefti er her.
So leygarkvøldið kl. 21.00 er at seta seg væl til rættis, skonkja sær upp í koppin ella glasið og syngja við.