Vestmanna Bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi 29. november 2021 fíggjarætlanina fyri 2022.
Skattaprosentið verður verandi 21,25 %. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður somuleiðis óbroytt (hvør familja rindar einans fyri 1 barn).
Høvuðstøl í fíggjarætlanini:
Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2022 mettar at vera 66.498.000 kr., sum í høvuðsheitum eru býttar soleiðis:
Inntøkur
Persónsskattur | kr. 48.450.000 |
Flyting frá landinum vegna eldraøki | kr. 15.688.000 |
Partafelagsskattur | kr. 2.360.000 |
Samlaðar inntøkur | kr. 66.498.000 |
Útreiðslur
Rakstur av kommununi | kr. 38.086.000 |
Flyting til eldraøki | kr. 18.250.000 |
Rentustuðul | kr. 725.000 |
Rentur | kr. 250.000 |
Samlaðar útreiðslur | kr. 57.311.00 |
Eftir til íløgur | kr. 9.187.000 |
Rakstraravlop fer til niðurgjald av skuld.
Raðfestingar í 2022
Góðar 9 mió. kr. eru settar av til íløgur í 2022.
Mentunar- og trivnaðarøki.
Barna- og umgdómsøkið verður uppraðfest.
Nevnast kann, at motorikkur og uttandura spæl verður uppraðfest á dagstovnaøkinum við at økja um spælimøguleikar hjá børnunum.
Staðið verður uppraðfest og umskipað soleiðis, at tað framyvir verða fleiri starvsfólk til at menna ungdómshúsið meira við fleiri tilboðum. Eitt ungdómsráð skal eisini setast, fyri at tey ungu kunnu verða hoyrd, og í størri mun kunnu mynda sítt egna tilboð.
Vestmanna Skúli verður uppraðfestur. Útgerð til skúlastovur verður endurnýggjað, spæliplássið oman fyri skúlan verður betrað, ljós skal setast upp við skúlavøllin v.m.. Peningur er eisini settur av til at kanna viðurskifti og hølisviðurskifti hjá Vestmanna Skúla meira.
Havnin og vinnan í 2022
Fleiri framstig eru hend á havnarøkinum. Fleiri íløgur eru gjørdar í økið, og virksemið er økt. Hetta arbeiði skal halda áfram.
1 mió. kr. eru settar av í 2022 at gera korini hjá vinnulívinum enn betri, so møgulig nýggj vinna kann fáast í lag í góðum samstarvi við kommununa.
Tekniska øki.
Framhald av arbeiði, sum varð sett í verk í 2021.
Størstu íløgurnar í 2021 vóru á tekniska økinum, har innari partur av Niðara Vegi varð gjørdur liðugur og byrjað varð uppá framhald av Fjalsvegi og at gera miðteinin lidnan.
Íløgurnar í 2022 eru í høvuðsheitum til liðugtgerð og framhald av arbeiði, sum varð sett í verk í 2021. Liðugtgerð av Fjalsvegi, framhald av Niðara Vegi, og til at betra um ferðsluviðurskiftini bæði hjá teimum til gongu og hjá teimum í bili sum heild.
Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til íløgur. Eitt nú til:
- Gjógvaráætlanina.
- Fleiri gravstøð í nýggja kirkjugarðinum.
- Framhaldandi betran av okkara nýggja og góða vatnverki.
- Kommunan heldur fram at leggja um til grøna orku.
- Framhaldandi íløgur í spillivatnsætlanina.
- Framhald av fiskastykkinum við John’sa handil.
Fíggjarætlanin í síni heild sæst her.
Vegna Vestmanna Bygdarráð
Pauli T. Petersen, borgarstjóri