Á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið samtyktið bygdarráðið við 2. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2026.
Sitandi bygdarráð arvaði fíggjarætlanina fyri verandi ár frá undanfarna bygdarráði, og er hetta fyrsta fíggjarætlanin, sum sitandi bygdarráð hevur skrúvað saman.
Bæði persónsskatturin, ið er bulurin av inntøkunum hjá Vestmanna kommunu, og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár. Báðar inntøkurnar eru knapt fýra prosent hægri í ár enn í fjør. Bygdarráðið er bjartskygt um fíggjarárið 2026, men soleiðis sum gongdin hevur verið í alivinnuni í ár, og við óvissuni um uppsjóvarkvoturnar næsta ár í huga, eru vit varnari við metingini av partafelagsskattinum.
Mett verður, at inntøkurnar hjá kommununi verða góðar 84 millónir krónur í 2026. Raksturin verður slakar 73 milliónir krónur.
Íløgur
Størsta íløgan komandi fíggjarár er í umbyggingina av skúlanum. Íløgan í umbyggingina í 2026 verður áleið 20 milliónir krónur, ið verður fíggjað við lántøku. Kommunan hevur annars onga skuld í dag.
Góðar 11 milliónir fara í aðrar íløgur í bygdini.
Tær størstu verkætlanirnar eftir skúlan, eru í vegakervið, spillvatn, ítróttahøllina og at gera útbyggingarnar av maskinhøllini og kirkjugarðinum lidnar.
Av smærri íløgum kunnu nevnast: nýggir lyktapelar, nýggj brúgv um Gjógvará, søluskúrur á havnarlagnum og endurskapan av søguligum støðum. Nógvar smærri íløgur verða eisini gjørdar á dagstovnaøkinum, trivnaðarøkinum og á havnarøkinum v.m..
Rakstur
Raksturin komandi fíggjarár verður tvær milliónir krónur hægri sammett við í ár. Orsøkin er fyrst og fremst lønarhækkingar, sum síggjast serliga væl aftur á dagstovnaøkinum. Eisini er útgjaldið til eldrasamstarvið og barnaverndarsamstarvið hækkað.
Dagstovnagjaldið, barnafrádrátturin og skattaprosentið verða óbroytt næsta ár.
Mynd: Andrei Vladut Antal







