Leygardagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á torginum í Vestmanna.
Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, og bjóðað verður til kaffi og okkurt gott til góman.
Skráin byrjar klokkan 15.00 við skrúðgongu frá ítróttahøllini til torgið, sum VÍF hondbóltur skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við.
Klokkan 15.15 byrjar flaggdagshaldið á torginum.
Skráin er hendan:
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, bjóðar vælkomin
Vestmanna Hornorkestur spælir
Felagssangur: Sjá tú blánar
Røða: Sólvit Nolsø
Felagssangur: Tú alfagra land mítt
Flaggdagsrenning
Kaffi, vafflur v.m.
Aftaná flaggdagshaldið eru øll vælkomin í kappróðrarneystið, har heimabakaðar vafflur eru at fáa og eisini verður okkurt gott til børnini. Tá byrjar eisini flaggdagsrenningin, sum VÍF kappróður skipar fyri. Til ber at ganga, trilla ella renna. Tvær rutur eru at velja í:
3 km ruta: Reyða torgið – Niðari Vegur – runt um Magn – Ovari Vegur – Heygabrekka – Kappróðrarneystið
5 km ruta: Reyða torgið – Niðari Vegur – Magn – Ovari Vegur – Toftavegur – Gerðisvegur – Gerðisbrekka – Bakkavegur – Reyða torgið – Kappróðrarneystið
Vatnpostar verða settir upp við Magn og á Gerðisvegi. Har fáa luttakarar eisini ein kross á hondina sum prógv um luttøku.
Luttøkubólkar:
Børn (4–10 ár)
Ung (11–16 ár)
Kvinnur og menn (17–110 ár)
Tá gongufólk og rennarar koma á mál, verða heiðursmerki handaði til trý tey fremstu í hvørjum bólki.
Kom við til ein hátíðarligan, hugnaligan og rørsluríkan flaggdag í Vestmanna!







