Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanina fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn.
Dagføringarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um betri samband við aðrar leiðir, og eru ferðaætlanirnar tillagaðar soleiðis, at tað verður lættari at ferðast til og frá Miðnámi í Vestmanna. Harumframt verður betur samband við flogferðsluna.
Hetta hevur í longri tíð verið eitt ynski frá Miðnámi í Vestmanna og fer broytta ferðaætlanin nú at gera dagin hjá næmingum og starvsfólki munandi smidligari.
SSL hevur sett ferðaætlanina upp soleiðis, at tað er lættari at síggja, hvussu koyrt verður mitt í viku, leygardag og sunnudag.
Fyri nærri kunning um dagførdu ferðaætlanirnar ber til at trýsta á leinkini niðanfyri.
100 Tórshavn – Vestmanna (galdandi frá 9. des)- Strandferðslan
300 Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur (galdandi frá 9. des)- Strandferðslan







