Góður tónleikur, grýlur, nógvur ungdómur og gott lag.
Fríggjakvøldið tann trettanda, skipar kommunan fyri einum rimmar ungdómskvøldi í Silkienni, har fimm tónleikaframførslur eru á skránni.
At framføra fara tveir bólkar úr ungdómshúsinum í Klaksvík, ein bólkur úr ungdómshúsinum í Runavík, ein bólkur úr okkara egna ungdómshúsi – og kvøldið verður rundað av við einum braki, tá ið bólkurin Adrenaline fer at rokka.
🔥Konsertskráin 🔥
Hardcase (Vestmanna)
Anua (Klaksvík)
Mumriks (Klaksvík)
Gaia (Runavík)
Adrenaline (Hendan framførslan er stuðlað av Økistónum.)
Kom við til eitt kvøld fult av tónleiki, orku og stuttleika 🎶
Finn tær tíni mest skemtiligu klæðir fram ella mála tær andlitið, tí hetta fríggjakvøldið eru vit eisini øll grýlur, meðan vit rokka. Flottasta grýlan vinnur eitt gávukort á 500 krónur frá Disvoy 👻
Tiltakið er fyri øll í aldrinum frá 7. flokki til og við 17 ár.
Atgongumerki kosta 100 krónur og kunnu keypast her.








