Allar ljóskeldur í ítróttahøllini verða nú skiftar til LED. Á hendan hátt verður orkunýtslan minni og harvið útreiðslurnar.
Arbeiðið fór í gongd í morgun 12. mai. ELnet stendur fyri arbeiðinum.
Allar 70 lampurnar í ítróttahøllini hava halogen ljósrør, og við at skifta til LED verður roknað við einari orkusparing, sum er omanfyri 50 prosent.
– Kommunan skal hugsa burðardygt í øllum, sum hon fæst við, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga, og hetta er ein liður í tí. Verandi lampur eru orkutjóvar, so við hesari dagføringini verður íløgan skjótt spard innaftur, og sparingarnar í framtíðini vera av tí sama eisini stórar, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.
Samstundis, sum LED brúkar minni orku enn gløðiperur og halogen, heldur tað í longri tíð.
Nýggju ljósini kunnu stillast eftir tørvi. Tað fer t.d. at bera til at dempa ljósið til veitslur, og at skrúva heilt upp í 750 lux, sum er krav til altjóða ítróttadystir.
Høllin verður stongd fyri øllum virksemi hesa vikuna.
Fyrr í ár vórðu rørsluvarnarar settir upp, so at ljósið tendrar og sløkkir alt eftir, um virksemi er í høllini.