Við hesum verður boða til ástaðarfundir í nevndini:
- Hósdagin 1. februar kl. 10:00 – møtt verður á Gamla vegi við seyðahúsið á Hálsi í Vestmanna.
- Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja seyðahús á matr. nr. 300a, omanfyri Fjalsvegur nr. 2–4, í hagapartinum Fjallið, Vestmanna.
- Hósdagin 1. februar kl. 10:40 – Møtt verður á vegnum við Glerá í Hagadali í Vestmanna.
- Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja seyðahús á matr. nr. 356a við Glerá í Heygadali í hagapartinum Heygahagi Innarahelvt í Vestmanna.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður