Í samband við at Vestmanna kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan til landið, verður bjóðað til fundar.
Fundurin er ætlaður øllum heimafólki, festarum og hagastýrum, umframt ferðavinnuaktørum, ið selja túrar ella ætla at fara undir virksemi við túrum í Vestmanna.
Á skránni verður kunning um ferðavinnuætlanina og lagt verður upp til prát og viðmerkingar.
Fundurin verður í Miðhøllini hóskvøldið 27. november klokkan 19.30.
Kaffi og okkurt søtt verður at fáa.







