Ársins bátastevna fer av bakkastokki um tvær vikur. Sum vant síggja vit fram til eina øgiliga spennandi skrá og nógvar gestir.
Eitt slík átak er drúgt at stápla upp á beinini, og fyrireikingarnar byrja longu í dag, 30. apríl.
Í kvøld fara fólk at arbeiða niðri á keiini, og tey halda fram í morgin og leygardagin.
Fyri at alt skal ganga so væl sum gjørligt og fyri trygdina hjá teimum, sum arbeiða á økinum, verur heitt á bilførarar og akfør um ikki at koyra inn á økið.







