Í Vestmanna eru ikki færri enn 28 gøtur. Nakrar av gøtunum vórðu dagførdar í fjør og fyrraárið, og í ár verður enn ein gøta gjørd.
Í farnu setu samtykti tekniska nevnd eina langtíðarætlan yvir gøturnar í bygdini. Í ætlanini varð staðfest, í hvørjum standi hvør gøta var, og í hvørjari raðfylgju tær skuldu umvælast. Hildið hevur verið fast í hesari raðfesting, og nú er túrurin komin til Garðagøtu.
Garðagøta, sum gongur úr Garðatúni oman á Toftaveg, er í sera ringum standi. Tí verður gøtan grivin upp og gjørd av nýggjum, við nýggjum undirlagi og asfalti. Longdin á gøtuni er beint omanfyri 100 metrar.
Tá ið Garðagøta er liðug, eru allar gøtur umvældar, har størri arbeiði krevst. Síðani verður farið undir tær gøturnar, ið krevja smærri umvælingar og viðlíkahald, eftir somu langtíðarætlan.






