Í dag og næstu dagarnar verður arbeitt á Fitjum, og tað fer at ávirka ferðsluna nakað.
Fyrraárið var karnappurin á húsunum á Niðara Vegi 49 tikin burtur, og nú verður garðurin, sum hoyrir til húsið, tikin burtur. Hetta fer at skapa betur sýni og eina tryggari farleið.
Tá verandi garður er tikin niður, verður grótgarður lagaður framvið, eins og aðrastaðni á Fitjum.
Tað er koyrandi, meðan arbeitt verður, men fólk vera biðin um at koyra varliga.
Eftir Bátastevnuna verður vegurin omanfyri kappróðrarneystið breiðkaður frá teimum nýggju parkeringsbásunum yvir til eldru pakeringsbásarnar. Eingin gjøgnumkoyring verður tá.
Articon stendur fyri báðum arbeiðunum.