Einaferð var økið ein stórur sandur. Síðan bleiv tað brúkt til bukkvald, ferjulegu í 90´unum, men í dag er økið Inni á Fjørð eitt stað har fyritøkur, miðnámsskúli og ferðavinnan halda til.
Nú er ein heildarætlan gjørd fyri økið, sum skal snøgga og betra um, og samstundis binda saman verandi virksemi og bygdarlívið.
Havnarnevndin í farnu setu setti hol á arbeiðið, sum sitandi havnarnevnd hevur arbeitt víðari við í samstarvi við tey, sum hava virksemi í økinum. ZETA arkitektar hava síðan gjørt eitt uppskot fyri kommununa, sum varð handað um ársskiftið.
Endamál
Endamálið er at menna og betra um eitt øki, sum í dag er kent sum eitt vinnuøki, har asfalt, kampingvognar og arbeiðsbygningar ráða í myndini. Kommunan ætlar at gera økið meira innbjóðandi fyri tey, sum her búgva og virka, umframt vitjandi.
Dentur er lagdur á at skapa eitt umhvørvi, har trivnaður, grønar loysnir, náttúra og dygd ganga hond í hond við verandi virksemi, í einum fjøltáttaðum og nútíðar býarrúmi.
Ein týðandi partur í hesum er at skapa betur atkomu til sjóvarmálan aftur, fáa fleiri litir ímillum svarta asfaltið og at binda saman økið Inni á Fjørð við Fitjar.
Nakrar myndir frá heildarætlanini kunnu síggjast niðanfyri.






Við einari gongubrúgv, sum sambindur økið Inni á Fjørð við Fitjar, er ætlanin, at tað skal bera til at ganga framvið sjóvarmálanum heilt yvir til bláa Seglhúsið.
Visit Faroe Islands hevur stuðlað fíggjarliga við heildarætlanini. Nú fer havnarnevndin at arbeiða við uppskotinum og ætlanin er at fara undir fyrstu átøkini longu í ár.







