“Hølið – har Bryggjan var fyrr” eitur nú Silkienni.
Tann 4. februar 2022 skrivaði Vestmanna Kommuna út navnakapping til hølið á Bakkavegi 11. Vestmanna Kommuna hevur leigað hølið síðan 2017 og hevur nú sett umvælingar í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk.
Í hesum sambandi var eisini bjóðað til navnakapping.
Tá ið freistin at senda inn uppskot til navnakappingina var farin, vóru 20 uppskot innkomin. Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi uppskotini og funnu ein vinnara teirra millum.
Virðisløn á kr. 3.000 verður latin Ditte Mathildu Joensen fyri besta uppskotið.
Meirilutin í Vestmanna Bygdarráðið samtykti tó á fundi tann 30. mars 2022 eitt annað navn til hølið.
Silkienni
Silkienni er eitt staðarnavn í Teistansskor, norðanfyri Vestmanna.
Silkienni er eisini eitt kent navn innanfyri mentan í Vestmanna. Hannis Egilsnes er ein sannur undangongumaður tá ið talan er um at skipa fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum. Hesi vóru millum annað skipað undir navninum Silkienni.
“Silkienni er ikki einans eitt vakurt navn, tað er eisini eitt tað vakrasta staðið í Vestmanna Kommunu.” – Hannis
Meirilutin í Vestmanna Bygdarráðið metti, at hetta var eitt hóskandi navn til eitt mentanarhøli, sum eisini er ætlað borgarum í Vestmanna at leiga til ymisk tiltøk.
Vestmanna Kommuna takkar fyri vístan áhuga í navnakappingini.