Nú skúlin er stongdur vegna skeiðsvirksemi og skúlabørn hava frí, er ítróttahøllin opin til frítt spæl frá middegi og fram til kl. 15.00, tá hondbóltvenjing er á skránni.
Skúli, Miðnám, frítíðarskúli og dagstovnar brúka vanliga høllina gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi hjá VÍF, tað vil siga venjingar og kappingar til kl. 22.00 og stundum til kl. 23.00, eisini í vikuskiftinum. Tí er avmarkað, hvussu nógvir tøkir hallartímar eru hvørja viku.
– Vit vilja fegin sum kommuna, at allir hallartímar eru fullir í rørslu og spæli, so tá ið slíkir dagar eru sum í dag, er upplagt at lata høllina upp til frítt spæl, sigur Sára Jógvansdóttr, borgarstjóri.
Høllin verður meira opin
Børn og ung kunnu brúka høllina sum er til frítt spæl allar tær løtur, tá ið einki skipað virksemi er, men framyvir er ætlanin, at høllin eisini skal vera opin í ferium.
– Í skúlaferium og tá ið hondbóltsárið liggur stilt, er ætlanin at hava høllina meira opna fyri almenninginum, fyri at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at íðka og sosalisera, sigur Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini.
Gerandisdagar lata høvuðsdyrnar í høllini upp kl. 14.30, undantikið fríggjadag, tá ið latið verður upp kl. 13.30. Í vikuskiftunum er opið frá klokkan 09.00.
Til ber at bóka sær hallartímar og annars síggja nær høllin er tøk á vestmanna.hallir.com
Kommunan heitir á øll um at nýta ruskspannirnar sum eru í høllini til rusk og annars fara væl um.