Aftur í ár skipar barna- og ungdómsøkið hjá VEKS fyri tiltakinum “Náttin er ung” saman við SSP. Tiltakið er fyri 7. og 8. floksnæmingar í Vestmanna-, Eiðis- Kvívíkar og Sunda kommunu.
“Náttin er ung” verður i ár í Skúlanum við Streymin og verður fríggjakvøldið 9. mai.
Tað verður ókeypis pitsa, drekka og gott undirhald og skipð verður fyri busskoyring av Eiði og úr Vestmanna til Oyrarbakka og heimaftur.
Ferðaætlanin er soleiðis:
· Vestmanna kl. 18:10
· Kvívík steðgistaðið hjá Bygdaleiðum kl. 18:25
· Hósvík kl. 18:45
· Hvalvík kl. 18:50 steðgistaðið hjá Bygdaleiðum
· Av Eiði kl. 18:45
· Bussurin koyrir av Oyrarbakka kl. 23:00
Ikki er loyvt at hava fartelefonir frammi undir tiltakinum. Um nakað átrokandi verður, ber til at seta seg í samband við ein av fyriskiparunum.
Rúsevnir og rúsdrekka er strangliga bannað til tiltakið.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll á Oyrarbakka tann 9. mai!
Tilmeldingarfreistin til tiltakið er mánadagin 5. mai klokkan 11:50.