Kl. 20:00 í kvøld, tann 8. september, verður konsert í Silkienni, har vit fara at hoyra sangir úr sangbókunum 100 sangir, Heiðaljóð og Flykrur, hjá Andreas Andreasen.
Andreasen, sum hann varð kallaður, er føddur í Vestmanna 26. mars 1906. Serliga eru tað skúlabørnini, sum hava fingið gleði av hansara arbeiði.
Í 1977 kom út sangbókin 100 sangir, og fýra ár seinni kom Heiðaljóð við 125 sangum. Flykrur er soleiðis tann triðja í røðini við 90 sangum. Upprunin til sangirnar og løgini eru úr nógvum ymiskum londum, og fleiri av sangunum hevur Andreasen eisini sjálvur gjørt.
Vælkomin til eina hugnaliga løtu, har vit fara at hoyra Ólavur Højgaard, Róin Siggertson, Elin á Rógvu, Kirstin Johannesen, Evu á Rógvu, Bjarka Virgarsson Trondesen, Holgar Jacobsen, Niels Olsen og Vestmanna Sangkór. Tey fara millum annað at syngja hesar vælkendu sangirnar:
”Bimm bamm babbi” – ”Hoyr tjaldursflokkin káta” – ”Og gentan fer í dansin” -“Nú sprettir á fold og spírar”