Ein nýggjur íbúðarbygningur varð reistur í Vestmanna í morgun.
Talan er um ein bygning á Bakka við fýra íbúðum á 74 fermetrar. Byrjað var at seta lidnu elementini upp mánadagin og nú er bygningurin reistur.
Tað er byggifyritøkan við Hjarvardi Kjærbæk, ið letur íbúðirnar byggja. EYA arkitektar hava teknað.
Stórur eftirspurningur
Í 2022 umbygdi Bústaðir gomlu kommunuskrivstovuna til sjey íbúðir og í 2024 bygdi eitt privat felag ein íbúðarbygning við seks íbúðum á Niðara Vegi. Nú verða so fýra íbúðir bygdar afturat.
Tað er stórur eftirspurningur eftir bústaði í Vestmanna og er nýggi íbúðarbygningur eitt gott íkast til at bøta um tann eftirspurning. Tær fýra íbúðirnar eru longu umbidnar.









