Nú er møguligt hjá børnum millum 2-6 ár, at fáa koppseting móti influenzu. Koppsetingin er eitt nasapístr í hvønn nasaglugga, og skal endurtakast eftir 4 vikum. Koppsetingin er ókeypis. Vit vilja hervið eisini minna á, at enn er møguligt hjá eldri borgarum at fáa koppseting móti influenzu. Tíð kann fáast við at skriva á minlaekni.fo ella ringja til kommunulæknan á tlf 424003
Deil hetta