Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið.
Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin:
Fríggjadag 25. november kl. 17:00 – 21:00
Leygardag 26. november kl. 14:00 – 18:00
Fríggjadag 2. desember kl. 16:00 – 20:00
Leygardag 3. desember kl. 16:00 – 20:00
Fríggjadag 16. desember kl. 16:00 – 21:00
Leygardag 17. desember kl. 16:00 – 20:00