Veðurforsøgnirnar boða frá nógvum regni allan fríggjadagin, tá ið jólatræið og jólaljósini á Torginum eftir ætlan skuldu tendra.
Fyri at kunna halda fast í verandi skrá, har ljóð og undirhald er í hásæti, og fólk kunnu fáa turrar bollar og kakao við ongum regndropum í, verður tiltakið framskundað til í annaðkvøld klokkan 18.00 ístaðin.
Vit skulu heilsa frá Juliusi og Rógva, sum gleða seg sera nógv at leggja leiðina úr Likkudali til Vestmannar í annaðkvøld.
Eisini fer Bjarki Virgarsson saman við Vestmanna barnakóri at syngja og hornorkestrið fer at spæla.
Aftaná jólahaldið, letur kafe upp í Vektarbúðini og jólasøla av heimavirkaðum vørum letur upp í John´sa handli.







