Vestmanna bygdarráð hevur sett Juleif Durhuus í starv sum leiðandi húsavørð. Hann tekur við starvinum tann 1. oktober 2025.
Juleif er 52 ára gamal og búsitandi í Vestmanna. Hann fekk prógv sum timburmaður í 1993 hjá Jóni Durhuus.
Flest bygdafólk kenna Juleif fyri hansara handaligu dygdir, har hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur smíðað fleiri sethús og annað í bygdini. Vestmanna kommuna hevur eisini samstarvað nógv við Juleif, m.a. hevur hann smíðað allar bygningarnar á dagstovnaøkinum.
Um starvið sigur Juleif: “Haldi starvið ljóðar spennandi og avbjóðandi, og eg gleði meg at byrja”.
Vestmanna bygdarráð ynskir Juleifi til lukku við starvinum.