Johnsa handil er opin Kristi himmalsferðardag, hósdagin 14. mai, kl. 14:00 – 17:00
Hósdagin skipar kvøldskúlin í Vestmanna saman við Helgu Gásadal og Kristinu Sundstein Borgarlíð fyri einum hugnaligum tiltaki.
Á skránni er:
- Framsýning hjá Vestmanna kvøldskúla
- Søluframsýning
- Kafe við heimabakaðum køkum og bollum
- Søguløta fyri børn kl. 14:00
- Skriviskeið kl. 15:00
- Lesiskeið kl. 16:00
Handilin
Søluframsýning av heimavirkaðum lutum frá Helgu Gásadal, Fríðbjørg Olsen, Drós Joensen og Rossarin Wannathep.
Vektarbúðin
Framsýning hjá kvøldskúlanum og søla av te/kaffi og heimabakaðum, sum til ber at taka við sær í íbúðina.
Loftið
Søguløta og støkk upp-skeið.
- Søguløta kl. 14:00
- Kreativ skriving kl. 15:00
- Samlesing kl. 16:00
Søguløtan er fyri børn, og skeiðini eru fyri vaksin. Hesi trý eru ókeypis og tað er ikki neyðugt at tekna seg fyri at luttaka.
Hvørt tiltak varar einans 30-45 minuttir.
Íbúðin
Íbúðin er karmur um kafe, har til ber at njóta ein góðan drekkamunn úr vektarbúðini.
Øll eru vælkomin!







