Síðsta hond verður nú løgd á nýggja partin av kirkjugarðinum á Knúgvum.
Í mai í fjør var fari undir at útbyggja kirkjugarðin á Knúgvum, og í heyst var alt lendisarbeiðið liðugt. Lendið hevur nú havt tíð at seta seg, og nú er arbeiðið tikið uppaftur.
Articon er nú í holt við at rætta lendið til og gera gøtur millum hillarnar, framvið og oman á Gerðisveg. Ætlanin er at planta trø og runnar í vár, fyri lívd og hugna.
Nýggi parturin av kirkjugarðinum er uppbygdur eins og tann eldri, við hillum eftir lendinum og er at kalla spegilsvendur frá tí eldra. Við útbyggingini verða 200 dupult gravarpláss tøk afturat verandi plássum.







