Nú byrjar várvøksturin at síggjast, og tí heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.
Vit vilja minna á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at vøkstur ikki er til ampa ella vanda fyri onnur – serliga út móti gøtum, vegum og almennum økjum.
Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um hetta ikki verður gjørt, kann arbeiðið verða gjørt fyri ánarans rokning.
Somuleiðis skalt tú altíð virða markið móti granna tínum. Vøkstur móti grannum skal klippast soleiðis, at hann ikki er til ampa. Góður siður er, at runnagirðingar ikki eru hægri enn 1,8 metrar. Kunnu tú og grannin semjast, kann hæddin vera tveir metrar.