Høvuðskokkur, Matgerðarmeistari ella Matmóðir.
- Fitt barn hevur mong nøvn.
Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólkið 20 tímar um vikuna, til dagstovnaøkið i
Vestmanna. At byrja 13. mars 2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14.
Arbeiðsuppgávur
Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag.
Førleikar
- Viðkomandi arbeiðsroyndir úr køki
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssom/samur
- Fleksibul og tolir broytingar
Vit bjóða:
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina í køkinum
- Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag
Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og
teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn
Umsókn saman við CV skal sendast til starv@vestmanna.fo Viðmerk: »matmóðir«
Umsóknarfreistin er 3. mars 2023, kl. 13.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.