Ein nýggjur kommunulæknaavloysari verður í Læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 2. februar til og við 13. mars.
Tað verður danin, Mikkel Kaleli, ið fer at røkja viðtaluna hesar vikurnar.
Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í kommununi í átta ár, er tíverri givin í starvinum, og tí kann væntast, at tað næstu tíðina vera skiftandi kommunulæknaavloysarar, til Heilsutrygd hevur funnið ein fastan lækna til økið.







