Eins og vanligt er, letur kommunuskrivstovan aftur í tríggjar vikur í summar og starvsfólk fara í summarfrí. Stongt verður frá mánadegnum 21. juli.
Opið verður aftur mánadagin 11. august klokkan 09:00.
Eru átrokandi boð, eitt nú um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, ber til at ringja á telefon 770 109.
Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.
Skilagátt hevur opið sum vanligt.







