Spennandi ungdómskonsert verður á Staðnum hóskvøldið við trimum av spírunum, ið vóru við í sjónvarpssendingini, Hoydalar.
Ein er okkara egni Bjarki Virgarsson og hini eru Anna Lovisa Mýri og Filip á Smið. Tey fara at syngja nøkur av løgunum, sum tey framførdu í Hoydølum.
Eisini fer 12 ára gamli Liam Dávason at syngja sínar heimasmíðaðu sangir um m.a. Heygadal og Fýrverkarí.
Tak góða lagið við og kom oman á Staðið hóskvøldið! Konsertin byrjar stundisliga klokkan 20.00.
Øll børn og ung í skúlaaldri eru vælkomin. Konsertin er ókeypis.

Screenshot







