Konsert verður við bólkinum URÐ í Vestmanna fríggjakvøldið.
URÐ er ein nýstovnaður bólkur við teimum trimum, Jógvani Joensen, Tróndi Bogasyni og Andreas Tykjær Restorf.
URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir inn í ein nyskapandi og nútíðarligan ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.
Konsertin er ein partur av Økistónum, ið Vestmanna kommuna stuðlar.
Konsertin er ókeypis og verður í Faer Isles Distillery klokkan 20.00.







