Fólkatingsval er útskrivað og skal haldast týsdagin 24. mars.
Atkvøðugreiðslan fer fram í ítróttarhøllini. Opið er frá 9:00-20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við týsdagin 23. mars 2026, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá hesum, á tlf. 770 100, í seinasta lagi kl. 12.00 henda dagin.
Valkort
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Brævatkvøða
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni, til og við mánadagin 23. mars kl. 15:00.
Minnist til at hava valkortið við, um tit vilja brævatkvøða.






