Løgtingsval verður hósdagin 26. mars.
Valstaðið er í ítróttarhøllini og opið er frá kl. 10:00-20:00 ella so leingi sum veljarar møta uttan steðg.
Valkort
Valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Brævatkvøða
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni, til og við mikudagin 25. mars 2026 kl. 15:00. Minst til at hava valkortið við, um tú ynskir at brævatkvøða.
Heimaval
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við mikudagin 25. mars 2026, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá hesum, á tlf. 770 100, í seinasta lagi kl. 12.00 henda dagin.
Søk um atkvøðurætt
Er tú uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, varðveitir tú valrætti, um tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans. Tú mást ikki heldur hava búð uttanfyri Føroyar í meira enn átta ár.
Fyri at velja, skalt tú søkja á Vanganum um at sleppa á veljaralistan. Søkjast skal í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett/ur.
SEINASTA FREIST AT SØKJA UM VALRÆTT ER HÓSDAGIN 5. MARS.







