A-landsliðið við monnum í hondbólti venur saman í næstu viku, í fyrireikingunum til komandi HM play-off dystirnar. Venjingar eru eisini lagdar í Vestmanna, umframt ein innanhýsis venjingardystur, sum verður týskvøldið 17. mars.
Øll, stór sum smá, eru vælkomin í høllina at hyggja. Aftaná fara landsliðsleikararnir at skriva autografar og heilsa upp á børnini í Vestmanna.
Venjingardysturin byrjar klokkan 19.00.
Stóri spenningurin bíðar A-landsliðnum hálvan mai, tá Føroyar skulu hitta vinnaran av play-off-dystunum millum Bosnia Hersegovina og Kosovo. Hvørjum Føroyar møta verður avgjørt í næstu viku. Síðan skulu okkara hondbóltsmenn spæla ein útidyst og ein heimadyst, um at vinna sær pláss í HM-endaspælinum, ið verður í Týsklandi í januar 2027.







